Sandoyingar taka ímóti nýggja Sandshavinum

24.05.2022 - 17:00
InnlendisVinna
Sandoyingar taka ímóti nýggja Sandshavinum
Skipið er sama slag sum Kambur, Eivind og Jákup B
Nýggja Sandshavið kom á Havina sunnukvøldið, og í dag er móttøka fyri skipinum heima á Sandi.

Línuskipið, sum sandoyingar hava keypt úr Íslandi, kom heim á Sand í dag, har móttøka byrjaði nú klokkan 17.

Skipið hevur fingið navnið Sandshavið. Tað er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt.

Sandshavn, móttøka

Frítekst tagging: 

Sandoyingar tóku ímóti nýggja skipinum við sangi og harmonikuundirspæli. Mynd: Brandur Sandoy

 

Sandshavið, sum felagið átti frammanundan, hevur nú fingið navnið Sandsvág. Tað er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.

Sandshavið skal fiska kvotuna, sum Sandsvág átti, sigur skiparin, Eyðvarur Petersen.

Sandshavn, móttøka

Frítekst tagging: 

Skiparin og fyrisprákarin Eyðvarur Petersen, saman viđ beiggjunum Hans og Jóhan Hendrik. Allir eftirkomarar hjá Sverra Petersen, sum átti Antares. Mynd: Brandur Sandoy

Nýggja Sandshavið klárar at frysta 20 tons um samdøgrið, og er eitt stig rætta vegin, tá talan er um menning, siga eigararnir.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858