Prestar skulu arbeiða í toymi

31.07.2022 - 18:04
Innlendis
Prestar skulu arbeiða í toymi
Bíðað verður við at lýsa starvið sum sóknarprestur í Hvalba leyst at søkja, til ætlanirnar um, at prestarnir í Suðuroynni skulu arbeiða í einum toymi, eru klárar.

Hvalbingar hava í dag fingið nýggjan prest, Hanus Pál Jógvansson, sum hetta næsta árið er settur sum virkandi sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

At hann er settur sum virkandi sóknarprestur í eitt ár, kemst av, at Jógvan Fríðriksson, biskupur, arbeiðir við at umskipa prestatænastuna í Suðuroynni.

– Ætlanir mínar eru at broyta prestatænastuna í Suðuroynni, so teir tríggir prestarnir í framtíðini skulu arbeiða sum eitt toymi, sigur Jógvan Fríðriksson.

Í fyrsta umfari verður bíðað við at lýsa starvið í Hvalba leyst at søkja, meðan arbeitt verður við at fyrireika ætlaðu broytingarnar.

Hanus Pál Jógvansson er prestur í Hvalba, Jónsvein Bech á Tvøroyri og Patrick de Neergaard í Vági.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584