Suðuroyarskip á fíggjarlógina fyri 2023

13.08.2022 - 13:30
InnlendisSamfelag
Suðuroyarskip á fíggjarlógina fyri 2023
-Eitt skip til Suðuroyarleiðina skal keypast sum skjótast, sigur Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, sum vil hava "tíggjutals milliónir" á fíggjarlógina fyri 2023

Neyðugt er at seta pengar av á fíggjarlógini longu næsta ár til at keypa eitt skip til Suðuroyarleiðina.

Tað sigur Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, nú tað er greitt, at Smyril ikki kann vera einasta álit á suðuroyarleiðini, til ein suðuroyartunnil verður veruleiki.

Í Degi og Viku í gjárkvøldi greiddi skiparin á Smyrli, Niels Harald Michelsen, frá, hvussu hart nógva siglingin fer við 17 ára gamla Smyrli.

Erhard Joensen er avgjørdur í spurninginum um farleiðina til Suðuroynna:

-Eitt skip skal keypast afturat Smyrli, ongantíð ov skjótt. Og tí skulu pengar setast av á fíggjarlógini fyri 2023. Ikki ein "symbolsk upphædd", men "tíggjutals milliónir" krónur setast av á fíggjalógini fyri 2023, sigur Erhard Joensen.

Smyril fer til eftirlit nú, og so stendur eitt stórt og umfatandi eftirlit fyri framman um trý ár. Fíggjarnevndarformaðurin heldur, at eitt nýtt skip afturat Smyrli eigur at keypast, antin í 2024 ella í seinasta lagi í 2025. 

Til spurningin um Herjolf III, sum Strandferðslan hevur leigað úr Íslandi í fyribils eitt gott ár, ikki kann brúkast afturat Smyrli, svarar Erhard Joensen:

-Herjolfur III er ikki ein varandi loysn og kemur ongantíð at vera tað. Hugskotið at Herjolfur kundi vera ein stuðul hjá Smyrli til at føra frakt er okay, men sum eitt alternativ til Smyril er loysnin púra óbrúkilig.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra innslag.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819