Einki lyfti um pengar til suðuroyarskip

13.08.2022 - 18:23
InnlendisPolitikkur
Einki lyfti um pengar til suðuroyarskip
-Eingin avgerð er tikin í samgonguni um at seta pengar av á fíggjarlógini fyri 2023 til at keypa eitt suðuroyarskip afturat Smyrli, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður

Í tíðindunum á middegi segði Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, at pengar skulu setast av á fíggjarlógini fyri 2023. 

-Eitt skip skal keypast afturat Smyrli, ongantíð ov skjótt. Og tí skulu pengar setast av á fíggjarlógini fyri 2023. Ikki ein "symbolsk upphædd", men "tíggjutals milliónir" krónur, sigur Erhard Joensen.

Hoyr samrøðuna við Erhard Joensen HER.

Smyril fer til eftirlit nú, og so stendur eitt stórt og umfatandi eftirlit fyri framman um trý ár. Fíggjarnevndarformaðurin heldur, at eitt nýtt skip afturat Smyrli eigur at keypast, antin í 2024 ella í seinasta lagi í 2025

Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er langt frá so avgjørdur. 

-Eingin avgerð er tikin í samgonguni um at seta pengar av á fíggjarlógini fyri 2023 til at keypa eitt suðuroyarskip afturat Smyrli, sigur Uni Rasmussen.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Una Rasmussen.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851