- Harða arbeiðið hevur lønt seg

18.09.2022 - 15:10
ÍtrótturFótbóltur
- Harða arbeiðið hevur lønt seg
Liðskiparin hjá KÍ fegnast um eitt gott kappingarár, men setur høg krøv til næsta ár

- Harða arbeiðið hetta kappingarárið hevur lønt seg, sigur ein fegin Jákup Biskopstø Andreasen, sum er liðskipari hjá føroyameistarunum úr Klaksvík.

Í gjárkvøldið gjørdist endaliga greitt, at KÍ eru føroyameistarar í 2022. 

Tað hendi eftir, at HB í gjárkvøldið vann 2-1 á Víkingi. 

Kappingarneytin snávaði
Víkingur var einasta felagið, sum hevði ein matematiskan møguleika at enda framman fyri KÍ á stigatalvuni, tá ið fimm umfør vóru eftir at spæla. 

Men tað kravdi, at Víkingur vann allar sínar dystir, meðan klaksvíkingar taptu sínar. 

- Tað er ein góð kensla, at alt tað arbeiðið og øll orkan, vit hava lagt í, hava borið á mál, sigur ein fegin Jákup Biskopstø, liðskipari hjá føroyameistarunum:

Sannførandi sigur
Við 21 sigrum og 2 javnleikum higartil í ár hevur tað bara verið ein spurningur um tíð, áðrenn KÍ endurvann meistaraheitið. Og sum heild hevur talan verið um eitt gott ár hjá klaksvíkingum. 

FM er endurvunnið, KÍ er í hálvfinaluni í steypakappingini, og liðið stóð seg væl í evropeisku kappingunum. 

Hetta er fyrstu ferð síðan 1970, at KÍ endurvinnur FM, og talan er um 20. meistaraheitið hjá felagnum. 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Jákup Biskopstø Andreasen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. september
LEITISSTEIN 27.09.2022 (Trucker Frank)
145448
Mikudag 28. september
Góðan morgun Føroyar 28.09.2022
145443
Mikudag 28. september
Morgunlestur mikudagur 28. september 2022
145186
Týsdag 27. september
Ljóarin 27. september 2022
145415
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. september
3-2
145358
Sunnudag 25. september
Sangmøti í Ebenezer.
145276
Sunnudag 25. september
Andakt við Palla Petersen
145275
Mánadag 19. september
3-2
145026
Sunnudag 18. september
Andakt við Karinu Magnussen
144956