Ljóarin

Ljóarin 29. september 2022
29-09-2022
Saga JAM, sum Høgni Mohr hevur skrivað. Danski filmsframleiðarin Peter Aalbæk Jensen. Og 25 ár síðani filmin um Barbaru

Saga JAM, sum Høgni Mohr hevur skrivað um gamla vinmann sín Jan Allan Múller, hevur fingið bein at ganga á - og slaturin at ganga. Vit hitta rithøvundin, Høgna Mohr, og Lydiu Didriksen, bókmentafrøðing, til eitt prát um æviskaldsøguna.
Petur Aalbæk Jensen, umstríddur filmsframleiðari, var gestarøðari til Íverksetaradagin í ár. Og miðskeiðis í sendingini fáa vit samrøðu, ið vit hava gjørt við "Ålen".
Nú 25 ár eru liðin, síðani filmurin um Barbaru varð frumsýndur, taka vit – saman við Birgiri Kruse, bloggara og formanni Filmsfelagsins, saman um føroyskan film farnu 25 árini, eins og vit eitt nú eisini spyrja hvar ið føroysk filmsvinna er í dag.
Tú kanst hoyra sendingina her!
 

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023