- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja: Eitt sindur gamalsligt
01-10-2022
Sending við countrytónleiki
Eldri tónleikur, og nýggjur tónleikur, ið ljóðar eldri, er á skránni í dag. Vit hoyra søguna um tveir sangir, veruligir standards innan country. Og harafturat spæla vit sangir við sangarum, sum høvdu ella hava fylt runt ella hálvrunt í seinastuni.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.