Ljóarin

Ljóarin 6. oktober 2022
06-10-2022
List til láns. Spor, ið verða til. Landsskjalasavnið 90 ár. Av bekki á skipabunka. Gula Smiðja í Saltangará.

List til láns á Býarbókasavninum. Vit fritta um nýggja tiltakið.

Framsýningini "Spor, ið verða til" letur upp í Norðurlandahúsinum leygardagin. Vit tosa við Evu Furseth, sum er fyristøðukvinna á framsýningini.

Gamla Landsskjalasavnið, sum nú eitur Tjóðskjalasavnið, hevur 90 ár á baki. Vit hitta stjóran til eitt prát um uppgávur og avbjóðingar.

“Av bekki á skipabunka” eitur nýggj bók, sum Óli Olsen hevur skrivað. Vit tosa við Óla um bókina.

og so ummæla vit Gulu Smiðju í Saltangará úr bæði søguliga og arkitektoniska sjónarhorninum.

Hoyr sendingina her.

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023