Tað snýr seg um at hava rætta hugburðin til tónleikin

04.11.2022 - 15:27
ListTónleikur
Tað snýr seg um at hava rætta hugburðin til tónleikin
Benjamin og Pauli eru gittarleikarar í tónleikabólki, sum tulkar Metallica um vikuskiftið
Bárður Reinert Poulsen og Benjamin Petersen
Mynd: Leivur Thomsen  

Bólkurin Exit Light sá dagsins ljós í fjør, tá tað vóru 30 ár síðani, útgávan "Black Album" hjá Metallica kom út. Í tí sambandi framførdi bólkurin alla útgávuna á konsert í Perluni i Havn. Umframt tað trein bólkurin á pall á Summarfestivalinum í Klaksvík í ár. Eftirsum teir hava fingið góða móttøku, fara Exit Light aftur á pall nú um vikuskiftið. Teir spæla í Perluni í Havn fríggjakvøldið og leygarkvøldið, bæði kvøldini kl. 22. Til hesar konsertirnar spæla teir tónleik hjá Metallica, sum varð givin út í árunum frá 1983 til 1991. Gittaristar eru Pauli Reinert Poulsen og Benjamin Petersen. Spurdir um, hvat krevst til at spæla hendan tónleikin, svara báðir, at tað sjálvandi er týdningarmikið at hava røttu útgerðina og at venja serliga gittarteknikkin til løgini. Men tað týdningarmesta er at hava rætta hugburðin til tónleikin, so man finnur "djórið" fram í sær sjálvum. Hinir, ið manna Exit Light eru: Heri Reynheim bass, Sigurd Justinussen trummur og Hans Hammer sang. Vikuskiftissendingin var á gátt í Perluni og hitti Paula og Benjamin til eitt gittarprát. Hendan samrøðan er ein longri útgáva enn tann, sum var at hoyra í útvarpinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012