Benjamin fór til USA við gittara á baki at banka upp á dyr

11.11.2022 - 18:22
ListTónleikur
Benjamin fór til USA við gittara á baki at banka upp á dyr
Hann fekk góða móttøku í Nashville, men hetta vikuskiftið fer hann aftur til røturnar og spælir við einum góðum, gomlum vinmanni á Blábar.
Benjamin Petersen
Mynd: Leivur Thomsen  

Benjamin Petersen er 34 ára gamal. Á ungum árum hevur hann verið víða um tónleikaliga sum gittaristur, sangari, tónasmiður og skald. Undir listafólkanavninum Son of Fortune spælir hann skitnan rock, har hann fortelur søgur úr gerandislívinum.

Í 2019 gjørdi Benjamin av at leita sær til Nashville í USA at fáa í lag samstarv. Hetta var ikki bara sum at siga; hann visti, at eitt miðvíst uppleitandi arbeiði skuldi gerast. Av tilvild var tíð knappiliga tøk í einum upptøkuhøli, sum honum stóð í boði at brúka. Hann tók av hesum, savnaði nakrar tónleikarar saman og úrslitið av ferðini kom sostatt at verða útgávan Alone And Forsaken, sum er tikin upp við amerikanskum tónleikarum.

Men gamalt vinalag forgongst ikki. Hetta fríggjakvøldið spælir Benjamin við góða gamla vinmanninum, Jan Rúna Poulsen, á Blábar í Havn. Teir báðir hittust, tá teir sum tannáringar skuldu spæla undir hjá Brandi Enni fyri yvir 20 árum síðani. Síðani hava teir spælt saman javnan, og Jan Rúni er fastur aftanfyri trummurnar, tá Son Of Fortune trínur á pall. Michael Blak plagar at spæla við sum bassistur. Men av tí, at hann er úti og ferðast við Eivør, verða tað bert Benjamin og Jan Rúni, sum tveireinir spæla hesuferð - og, sum Benjamin sigur, "tað skulu teir nokk klára".

Vikuskiftissendingin var á gátt á Reinsaríinum og Hitti Benjamin Petersen í sambandi við, at hann skuldi spæla konsertir í Havn um vikuskiftið. Hoyr samrøðuna.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851