Góðan morgun Føroyar

Nógv sjúka í umferð í løtuni
29-11-2022
Tað eru fleiri orsøkir til, at nógv børn og vaksin eru sjúk fyri tíðina, heldur kommunulækni.

Hosti, fepur, høvuðpína, ilt í búkinum og spýggj.

Hetta er júst nú gerandisdagur hjá fleiri familjum, børnum og vaksnum, tí í hesum døgum eru nógv sjúk.

Men hví eru so nógv so sjúk og í summum førum sera leingi akkurát nú?

- Vit eru seinast í novembur, og tað er árstíðin, tá ymsar sjúkur byrja at gera um seg. Harafturat eru vit eru meira inni, og tað gerst kaldari úti. Men so eru tað eisini onnur viðurskifti, sum kunnu spæla inn. Samfelagið hevur verið afturlatið seinastu tvey-trý árini, og nú í vár blivu so alalr avmarkingar tiknar burtur, sigur Gunnhild Helmsdal og heldur fram:

- So eru tað eisini onnur, ting, sum vit kanska ikki ordiliga vita, hvat er. Tað, at vit hava havt eitt reint samfelag seinastu tvey árini, tað forklárar ikki ordiliga upplopið, sum hevur verið hetta seinasta árið við ymiskum virus, sigur Gunnhild Helmsdal.

Í morgunsendingini forklárar Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, hví so nógv eru rakt av sjúku í løtuni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024