Ljóarin

Ljóarin, 1. desember 2022
01-12-2022
Heiðrikur á Heygum í Toronto, nýggja útgávan frá Mr. Conroy, yrkingasavnið Tykisljóð hjá Arnbirni Ólavsson Dalsgarð, valfundur á Reinsarínum, og handilin í Árnafirði

Hvat hendir, tá ið ein sýnir fram fleiri metrar stórar málningar av seyðahjørtum, slambur og einum klovnum seyðarhøvdi í einum kanadiskum stórbýi? Tað spyrja vit listamannin, Heiðrik á Heygum um. Og hann er ein av fleiri føroyingum, ið hava sýnt sína list á stórum mentanarátaki í Toronto í Kanada, har norðurlendsk list er í hásæti.
Herfyri lat Mr. Conroy úr hondum fjølbroyttu útgávuna Ignite the light. Vit hitta høvuðsmannin, Remi Thomsen.
Tykisljóð er annað yrkingasavnið hjá Arnbirni Ólavsson Dalsgarð, og í savninum varpar hann millum annað ljós á tað at vera ein 50 ára gamal hvítur maður í einum vælferðarsamfelag. Vit tosa við Arnbjørn.
List og mentan hava ikki fingið tær stóru yvirskriftirnar í valstríðnum, men seinastu dagarnar hevur listin tó fingið meira rúmd. Og í kvøld verður valfundur um mentan og list á Reinsarinum í Havn. Vit tosa við Bárður Dahl Christiansen, fyriskipara.
Og vit hava eisini verið á gátt í gamla bygdahandlinum í Árnafirði, sum í ár rundar tey níti. Vit tosa við 93 ára gomlu Fanny Olsen, sum enn rekur handilin. Harumframt hitta vit árnfirðingarnar Fíu Tómasson, Fíu Justinussen, Mikkjal Mikkelsen og Olivar Askham.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023