Fleiri kommunulæknar útbúgvast

04.12.2022 - 14:59
InnlendisHeilsa
Fleiri kommunulæknar útbúgvast
Hóast kommunulæknastørvini eru 34 í tali, eru bara 18-20 av teimum mannað í løtuni. - Trupulleikin kundi verið loystur sera einfalt, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum.
Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelag Føroya

Hóast kommunulæknastørvini eru 34 í tali, eru bara millum 18 og 20 av teimum mannað í løtuni.

Hesin trupulleiki var høvuðsevni, tá ið politisku flokkarnir í gjár vóru á fundi við læknarnar, og støðan á kommunulæknaøkinum var skorin út í papp.

Kommunulæknafelagið hevur víst á trupulleikarnar í mong ár, men hóast skiftandi politikarar hava sagt seg skilt støðuna, er einki hent og trupulleikin heldur fram.

Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelag Føroya, sigur støðuna í Føroyum vera nógv verri enn í okkara grannalondum.

- Av tí at hvør kommunulækni í Føroyum hevur nógv fleiri sjúklingar, enn kommunulæknar í londunum rundan um okkum, mugu vit renna tvær ferðir og kanska tríggjar ferðir so skjótt fyri at kunna gera okkara arbeiði, sigur hann.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858