Runavíkar kommuna fer at útvega landgongdir

04.12.2022 - 16:03
InnlendisSamfelag
Runavíkar kommuna fer at útvega landgongdir
Tað er eitt gott hugskot, at kommunalar havnir syrgja fyri landgongdum til smærru fiskiskipini, heldur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Tórbjørn Jacobsen er borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, men hann er eisini skipari og fyrrverandi havnameistari í Runavíkar Havn, sum er ein av størru havnunum í Føroyum.

Í útvarpstíðindunum á middegi segði Jógvan Tróndarson, skipari, at kommunalu havnirnar mugu hjálpa til fyri at forða fyri, at tað henda fleiri druknivanlukkur, har menn detta niðurímillum skipið og bryggjuna. Og hesum tekur Tórbjørn Jacobsen undir við. Tí hetta er ikki ein stór útreiðsla fyri havnirnar, men ein góð íløga fyri trygdina.

Men Tórbjørn Jacobsen leggur afturat, at skipararnir eisini mugu minnast til, at tað eru teir, sum altíð hava evstu ábyrgdina av trygdini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584