- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
"Eg eri rørdur og glaður"
27-01-2023
12. januar fór 26 ára gamli Leo Lávik undir skurðviðgerð í Aalborg. Hetta var ikki ein og hvør skurðviðgerð, men ein, sum hann hevur bíðað leingi eftir.
Tað var ein rørandi løta, tá ið Leo vaknaði á Universitetssjúkrahúsinum í Hobro. Skurðviðgerðin eitur: “masektomi” við mannagongdini ‘key-hole’, sum á ófakligum máli merkir, at hann tók bringuna burtur í sambandi við, at hann er tvørkyndur.
- Eg bara græt, tá ið eg vaknaði.
Hann hevur altíð verið vísur í, at hann gjarna vildi undir skurð.
- Eg fekk skurðviðgerðina fyri mína egnu skyld.
Hetta er ikki tann einasta viðgerðin, sum hann hevur fingið. Tí hann hevur tikið testosteron í fýra og eitt hálvt ár, sum er tað mansliga kynshormonið. Hetta gevur honum skegg og ta djúpu røddina.
Hann sigur sjálvur, at honum dámdi einki at hava bringu. So í dag er hann glaður fyri, at hann fór undir skurð.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024