Jóhan spælir HM-finalu í annaðkvøld

28.01.2023 - 12:36
ÍtrótturHondbóltur
Jóhan spælir HM-finalu í annaðkvøld
Kappingin um heimsmeistaraheitið í hondbólti 2023 verður avgjørd í annaðkvøld, tá ið Danmark og Frakland spæla finalu.

Danmark kom í finaluna við at vinna 26-23 á Spania í síni hálvfinalu, og Frakland vann í síni hálvfinalu 31-26 á Svøríki.

Bæði Danmark og Frakland hava longu undan HM-finaluni tryggjað sær atgongd til OL í París næsta ár – Frakland sum vertur og Danmark sum HM-finalistur.

Jóhan á Plógv Hansen, vongur á danska landsliðnum, væntar, at Danmark vinnur við fimm málum, men hann er eisini greiður um, at Frakland er eitt sterkt lið.

HM-finalan, sum er tann triðja á rað hjá Danmark, verður spæld í Stockholm í annaðkvøld klokkan 20. DR1 sendir dystin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585