- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óttast fyri trygdini í Gundadali

- Tað er ein stórur trupulleiki, um vit ikki kunnu fáa ein sjúkrabil til Svimjihøllina, skuldi brúk verið fyri tí, sigur Eyðun Húsgarð, leiðari í Svimjihøllini í Gundadali, nú parkeringsforboðið í Gundadali varð tikið av í vikuni.
Hann sigur, at tað bøtti sera nógv um støðuna og trygdina, tá ið avgerð varð tikin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, men nú hetta krav er tikið av, óttast leiðarin í Svimjihøllini fyri trygdini í økinum.
Eyðun Húsgarð hevur verið leiðari í Svimjihøllini eitt gott ár, og hesa tíðina er sjúkrabilur boðsendur tríggjar ferðir.
30 fólk fingu bót
Í januar boðaði Tórshavnar kommuna frá parkeringforboði í norðara parti av ítróttarøkinum í Gundadali.
Tað skuldi einans vera loyvt at parkera á merktum básum, so tryggjast kundi, at tað altíð er gjørligt hjá neyðsendarbilum at sleppa framat.
Eftir at umleið 30 fólk eftir eitt eldratiltak fingu bót seinasta leygardag, er Gundadalur nú strikaður sum parkeringssona og svartir plastposar hongdir út yvir skeltini.
Tak niður