Tey stóru tøkini

Hvalastøðin við Áir
26-07-2024
Talan er næstan sum heimsarv. Tað sigur søgufrøðingurin Ulf Ingemar Gustafsson um Hvalastøðina við Áir.

Hetta er ein perla, og talan er næstan um heimsarv.

Tað sigur søgufrøðingurin, Ulf Ingemar Gustafsson, um Hvalastøðina við Áir. "Støðin er fullkomiliga unik, og hvalastøðin er nakað av tí flottasta og best varðveitta, ið eg yvirhøvir havi sæð", sigur norski søgufrøðingurin. Á summri 2019 var skipað fyri móttøku á hvalastøðini, sum hetta summarið tók ímóti vitjandi fyri fyrstu ferð. Og móttøkan hevur verið framúr góð, hesi árini hvalastøðin hevur verið opin fyri vitjandi, sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavni Føroya. Men hóast nógv er gjørt eru vit ikki komin á mál enn, sigur Herleif. Eitt nú skulu vit finna fram til hvussu vit varðveita tann partin av støðini, sum rustar.

Helgi Jacobsen hevur skrivað bókina Hvalurin er mín, sum lýsir hvalaveiðuna við Føroyar. Og í sendingini skifta vit orð um stórhvalaveiðuna við Føroyar, og hvønn týdning hon fekk.

Í sendingini tosa vit við Óluvu Klettskarð, Helga Jacobsen, Ulf Ingemar Gustafsson og Herleif Hammer.

Tey stóru tøkini

Í hesari stuttrøðini lýsa vit trý varðveitingarverdug umhvørvi, ið hvør á sín hátt hava havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Talan er um Einahandilin í Klaksvík, Hvalastødina við Áir, og Tinganes í Havn. Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
Tórolvur Weihe, savnsarkitektur, sigur okkum søguna um nógvar av bygningunum á Tinganesi og um umvælingina av Stokkastovuni
26-07-2024
Talan er næstan sum heimsarv. Tað sigur søgufrøðingurin Ulf Ingemar Gustafsson um Hvalastøðina við Áir.
26-07-2024
Í fyrstu sendingini verður tosað við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum. Og vit vitja Einahandilin í Klaksvík, har Andras Sólstein sigur søguna um Einahandilin.
26-07-2024