- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Treytin fyri at vera svimjilærari í dag er, at tú hevur svimjilæraraprógv og fyrstahjálparskeið. Men nú eru nýggj og strangari krøv sett til svimjilærarar. Teir skulu nú eisini hava lívbjargaraprógv, ið skal endurnýggjast á hvørjum ári.<br/>
Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroyara Lærafelags, heldur, at hetta kann føra við sær, at talið av svimjilærarum helst fer at minka. Í ringasta føri elva til, at skúlar fara at siga svimjiundirvísing frá sær.<br/>
Magnus Tausen frá Undirvísingarstýrinum sigur, at hetta verður gjørt fyri at økja um trygdina, skuldi tað verið neyðugt hjá einum lærara at bjarga einum barni.<br/>
Bergur Samuelsen og Magnus Tausen kjakaðust um evnið í morgunsendingini: