- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sangir úr mínum lívi

Í sendingini Sangir úr mínum lívi, ið verður send beinleiðis í útvarpinum hósdagin kl. 17:05, fer Hallur Joensen at velja nakrar sangir, ið hava havt ein serligan týdning fyri hann. Og talan verður um sangir, sum í sjangruhøpi fevna víða.
Hallur sigur okkum um sítt fyrsta tónleikaminni og um countrytónleikin, sum Hallur tók til sín umvegis pápan, ið elskaði country. Og tá Hank Williams var í útvarpinum ella í Radio Luxembourg var friður við hús.
Hallur nemur eisini við tíðina, tá hann byrjaði sum tónleikari 13 ára gamal í bólkinum Haiko. Og tá Haiko skuldi spæla til dans á fyrsta sinni, var tað í Suðuroy, men tá settu foreldrini sum treyt, at skuldi Hallur til Suðuroyar at spæla, skuldi stórasysturin, sum var 15 ár, við suður. Og hvørja einastu ferð í átta ár fylgdi hon við.
Í sendingini fortelur Hallur okkum um sína egnu tónleikayrkisleið, samstundis sum hann sigur okkum um hví hann hevur valt júst hesar sangirnar til sendingina.
Sangirnir, ið Hallur hevur valt, eru Love Sick Blues við Hank Williams, Hello Josephine við Jerry Jaye, The Boxer við Simon & Garfunkel, Norwegian Wood við The Beatles, Another Brick in the Wall við Pink Floyd, Nobody's Child við Traveling Wilburys og A Groovy Kind of Love við Phil Collins.
Sangir úr mínum lívi, í útvarpinum hósdagin 14. august kl. 17:05.

Sangir úr mínum lívi
Sangir úr mínum lívi er heitið á nýggjari sendirøð, sum er á útvarpsskránni í summar. Í sendingini verður tosað við tónleikarar, sum greiða frá sangum, ið hava havt serstakan týdning.
Ymsir vertir í Kringvarpinum skftast um at gera sendingina.











