Vikugesturin

Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
08-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.

Tað untist bara Jóhan Christiansen at fáa átta mánaðir í sessinum sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum. Og hann heldur, at løgmaður breyt allar mannagongdir við at gera so skjótt av, tá ið hann smalkaði miðfyrisitingina. Hóast hann finst at løgmanni fyri at bera alt ov skjótt at, tá ið hann fylgdi nýskipanarbólkinum og minkaði miðfyrisitingina við trimum aðalráðum - og harvið segði Jóhan Christiansen úr starvi - so er hann glaður fyri ta tíðina, hann slapp at vera landsstýrismaður.

Jóhan Christiansen er leirvíkingur - við stórum L, sum hann málber seg - og hann býr í somu húsunum, sum hann vaks upp í. Hann er bachelor í stjórnmálafrøði, men hann sigur sjálvur, at hann er alt ov friðleysur, til at sita á skúlabonki. Sum borgarstjóri í Eysturkommunu í 12 ár, staðfestir hann, at samanleggingin er eini stór succes. Hóast hann mest sum bara hevur havt størv, sum krevja at hann er nógv millum fólk, sum hann ikki kennir, so er hann innvendur. Orkuna finnur hann við at taka sær av seyðahundum.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
22-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni
15-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
27-09-2025
Hanna Vang hevur verið løgtingsins umboðsmaður í fimm ár og hevur fingið álitið í fimm afturat
20-09-2025
Øll geva honum skotsmálið, at hann er fittur og fyrikomandi. Sjálvur sigur hann seg vera innvendan. Men hvussu væl hóskar alt tað til at vera formaður og løgmansevni
13-09-2025