Vikugesturin

Vikugesturin: Verðinsmaður á Oyrareingjum
15-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni

- Vælferðarsamfelagið skal í høvuðsheitum taka sær av børnunum og so teimum gomlu, teimum sjúku og teimum veiku.
Hesin setningurin er ofta komin frá Ben Arabo, sum er formaður í Nýskipnarnevndini, sum hevur fingið litið í hendur at endurskoða og smalka tað almenna.
Hann hevur ferðast og starvast í so ymiskum londum sum Bretlandi, Indonesia og Egyptalandi fyri at nevna nøkur úr rúgvuni. Hansara royndir úr øðrum londum gera, at hann er glaður fyri tað vælferðarsamfelagið vit liva í, men samstundis heldur hann, at vit í ov stóran mun hava gjørt Føroyar til eitt forboðsland við óneyðugari stýring.
Neyðugt at er at gera upp við, hvat tað almenna skal og ikki skal gera.
Sjálvur er hann uppvaksin á Oyrareingjum, har hann eisini býr í dag. Og hóast tað er ein lítil bygd, sum ikki hevur sól alt árið, so hevur tað ikki á nakran hátt avmarkað hansara sjónarring.
Hoyr samrøðuna við Ben Arabo, sum var vikugestur í Vikuni, har vit koma afturum mannin, sum hevur verið á hvørjum munni seinastu vikurnar.
 

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
22-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni
15-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
27-09-2025
Hanna Vang hevur verið løgtingsins umboðsmaður í fimm ár og hevur fingið álitið í fimm afturat
20-09-2025
Øll geva honum skotsmálið, at hann er fittur og fyrikomandi. Sjálvur sigur hann seg vera innvendan. Men hvussu væl hóskar alt tað til at vera formaður og løgmansevni
13-09-2025