NiviNaja

NiviNaja
 

Um NiviNaja

Spenningsjólakalendari til størri børn

NiviNaja er jólakalendari, sum var fyrru ferð at hoyra í útvarpinum í 2014. Alt tilfarið er føroyskt heilt frá handriti til tónleik og ljóðmynd. Heili 23 leikarar eru við í spennandi søguni, sum vit fara at hoyra hvønn einasta gerandismorgun í desember.

Høvuðspersónur er Naja. Ein genta, sum at síggja til hevur alt. Hon er góður svimjari, býr í flottum húsum og hon eigur labradorin, Baldur. Men Naja hevur tað kortini ikki so lætt.

Leikurin er spennandi, kensluligur og viðkomandi. Søgan gongur fyri seg í dag í Havn og er spenningsdrama.

Jólakalendarin frá 2014 er føroyskt framleiddur allur, sum hann er. Elin á Rógvi hevur skrivað leikin og sangtekstirnar. Greta Svabo Bech, Benjamin Petersen, Anna Katrin Egilstrøð og Niclas Johannesen hava gjørt løgini.

Løgini hjá Niclasi syngja Malan Thomsen, Lena Andersen og Kim Hansen. Finnur Hansen hevur gjørt ljóðmyndina og lagt tónleikin tilrættis.

NiviNaja
Um Sendingina

Jólakalendari fyri vaksin børn

Samband

Sendinga webform