Fimta valið í trý ár

01.07.2022 - 16:10
Innlendis
Fimta valið í trý ár
- Tað eru serliga trý mál, sum hava gjørt, at samgongan hjá Bennet legði kongin. Tað sigur Áki Johansen, føroyskur sendimaður í Tel Aviv
Val verður í Ísrael í november, og Benjamin Netanyahu er ein av teimum, sum kann koma aftur til valdið.

Stjórnin hjá Naftali Bennet, forsætisráðharra í Ísrael, kom í minniluta, og tí verður val aftur í Ísrael 1. november. Tað verður fimta valið í trý ár.

Naftali Bennet, forsætisráðharri, hevur lagt frá sær, og hann stillar ikki upp aftur til komandi val. Uttanríkisráðharrin, Yair Lapid, er virkandi forsætisráðharri fram til valið í november.

Benjamin Netanyahu, oddamaðurin í Likud, er ein av teimum, sum fer at stilla upp aftur. Veljarakanningar vísa, at hann, saman við sínum stuðulsflokkum, liggur á vippuni at fáa meiriluta. Netanyahu er rættiliga væl umtóktur í Ísrael.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585