- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Tað er altjóðakvinnudagur og í tí sambandi setur Vetrarbiit sjóneykuna á kvinnur.
Amnesty Føroyar og Javnstøðunevndin eru við í einum tiltakið á háskúlanum, sum snýr seg um altjóða kvinnudagin, har tey fara at tosa um niðrandi málburð á sosialum miðlum. Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet og orðstýrari á tiltakinum, og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini, hugleiða um hvat niðrandi málburður er og hví hetta er viðkomandi at taka upp á kvinnudegnum.
Endometriosa er ein sjúka, sum 10% av kvinnum hava, men tað eru nógv, sum ikki kenna til sjúkuna. Hanna Dahl Hansen og Elsa í Áarstovu eru tvær, sum hava hesa sjúkuna, og tær báðar greiða frá gerandisdagin og avleiðingar av hesari sjúkuni.
Rannvør hevur gjørt eina spurnarkapping um kvinnur og kvinnusøguna, sum Eyðfinn og Fríði skulu svara.
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Eyðfinn Bogason Lamhauge og Fríði Djurhuus hava lagt til rættis.