Nert ikki við

Vit nerta við vinarbond
29-03-2023
P8
Hevur tað týdning fyri okkara sálarheilsu at hava vinir, at hoyra til, og atvvera partur av einum felagsskapi? Hvussu ávirkar tað okkum, tá ið vit kenna okkum útihýst?

Í dag nerta vit við vinarbond. Vit nerta við, í hvønn mun tað hevur týdning fyri okkum at hoyra til og at kenna okkum sædd. Vit hoyra um tey fánaðu vinarbondini, ið settu síni spor.

Síðani hugleiða vit um einsemi, og um man kann kenna seg einsamallan, hóast man hevur vinfólk kring seg.

Vit tosa við Oddfríð Marna Rasmussen og Femju Poulsen um teirra upplivingar við vinarbondum og felagsskapum.

Vit hoyra um alt frá einum fánaðum vinarbandi, har ið Femja sat eftir við spurninginum: "hvat er galið við mær?", til hvussu týdningarmikið tað hevur verið hjá Oddfríði at finna frið í einseminum.

Til fakliga sjónarmiðið greiðir Ivonna A. S. Johansen, námsfrøðingur, frá um góðu ávirkanina, ið vinir og felagsskapir hava á okkara heilsu sum heild, og hvussu vit heilt frá tá vit eru smábørn hava ein tørv á at hoyra til.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við

Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligt og ein fakligt sjónarmið.  Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Hvørjar fordómar hava vit áhaldandi um sálarsjúku og psykiatri? Í dag nerta vit við stigma og fordómar anno 2024 sent frá Altjóða Sálarheilsudegnum 2024
12-10-2024
"Á summar háttar kann tað samanberast við kvinnur, ið eru útsettar fyri harðskapi. Isolatiónin, manglandi fatanin og skommin er ólivilig"
22-08-2024
Hvat er einsemi? Hvat er munurin millum at kenna seg einsamalla/n og vera fyri seg sjálva/n? Hví kenna so nógv seg einamøll í dag? Í dag nerta vit við einsemi
15-08-2024
Hvussu kann arkitekturur og list ávirka okkara sálarheilsu? Hvat er týdningarmikið at hugsa um, tá ið vit velja hvussu psykiatri og annað skal síggja út?
08-08-2024
Kanningar vísa, at fólk ið bera brek, hava verri sálarheilsu enn tey, ið ikki bera brek. Hvussu ber hetta til? Í dag nerta vit við at bera brek
01-08-2024
Hvat hugsar tú, tá ið vit siga "psykosa"? Hvat er ein psykosa? Hvussu kennist tað at hava eina psykosu?
25-07-2024
Hvussu er tað at vera maður í dag? Hvat virði hevur maðurin í dag? Hvussu ber tað til at sjálvmorðsratan hjá mannfólki í stóran mun er hægri enn hjá kvinnum?
18-07-2024
Hvat er munurin millum "hygge" sexismu og sexismu? Hví er tað týdningarmikið at tosa um sexismu, serliga í Føroyum? Í dag nerta vit við sexismu
11-07-2024
Kanningar vísa, at trúgvandi hava betri sálarheilsu enn tey, ið ikki trúgva. hvussu ber hetta til? Í dag nerta vit við trúgv og sálarheilsu
04-07-2024
Hvussu er tað at fáa at vita, at møguleikin at gerast við barn er ósannlíkur? Hvussu ávirkar infertilitetur kvinnuna og parløg? Í dag nerta vit við einsemi
01-07-2024
Hvat inniber tað at vera foreldur anno 2024? Hvussu hevur foreldraskapur broytt seg? Nert ikki við er aftur, hesa ferð nerta vit við tað at vera foreldur anno 2024
20-06-2024
Hvussu ynskja vit at framtíðin í psykiatriini sær út? Hvørji tilboð eiga at raðfestast? Hvat halda vit um nýggja tilboðið um, at læknavaktin fær psykiatriskar førleikar?
06-06-2023