Hjá 16 ára gomlu Ester er gerandisdagurin tryggur heima hjá teimum trúgvandi heldur konservativu foreldrunum í eini lítlari bygd í Føroyum. Ein dagin, hon er í sunnudagsskúla, hittir hon Ragnu, sum júst er flutt til bygdina saman við alkoholiseraðu mammu síni og 8 ára gamla beiggja sínum. Framl. ár: 2017 Leikstjórn: Sakaris Stórá Leikarar: Helena Heðinsdóttir, Juliett Nattestad, Ása Pálsdóttir.
Ester býr í lítlu bygdini við havið og droymir um at sleppa burtur. Tá Ragna flytur til bygdina, broytist alt, og í henni sær Ester, at nakrir dreymar kunnu gerast veruleiki.
Dreymar við havið er ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir egnum samleika.