Dagstovnur fyri 52.000 krónur fermeturin

26.02.2023 - 16:17
InnlendisSamfelag
Dagstovnur fyri 52.000 krónur fermeturin
Tórshavnar Býráð hevur samtykt at byggja út dagstovnin Hans Andrias Djurhuus. Arbeiðið er ikki bjóðað út.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

18,6 milliónir krónur fyri 18 barnagarðspláss og 12 vøggustovupláss. Tað er prísurin, nú Tórshavnar Kommuna ætlar at byggja út Dagstovnin "Hans Andrias Djurhuus", sum liggur í Hans Andriasar gøtu við Landavegin í Havn. Arbeiðið er ikki bjóðað út, hóast umsitingin mælti til at gera tað.

Dagstovnurin "Hans Andrias Djurhuus" er ídag 763 fermetrar til støddar, og byggjast skulu 357 fermetrar afturat. Við útbyggingini verður stovnurin víðkaður frá tveimum upp í tríggjar vøggustovu- og barnagarðsstovur. Tað gevur pláss fyri tilsamans 90 børnum, 30 fleiri enn ídag. 

Tórshavnar Kommuna hevur fingið tilboð frá byggifyritøkuni Articon, sum bjóðar sær at gera arbeiðið fyri 15 milliónir, umframt meirvirðisgjald. Á býráðsfundinum hóskvøldið vildi Annika Olsen úr Tjóðveldi hava býráðið at halda fast um at bjóða arbeiðið út. Tað uppskotið fall við átta atkvøðum ímóti og fimm atkvøðum fyri. Síðani samtykti meirilutin at taka av tilboðnum frá Articon. 

Sambært gerðabókini hjá Tórshavnar Kommunu verður samlaði kostnaðurin, við tí meirvirðisgjaldi, sum kommunan skal gjalda, 18,6 milliónir krónur. Í gerðabókini stendur soleiðis "Gjørt er uppskot til heildararbeiðstakarasáttmála, dagf. 22. februar 2023. Dagførd tilboðsupphædd uppá handverkaraútreiðslur (HVÚ) er kr. 14.928.862 u/mvg. Samlað kostnaðarmeting við byggiharraútreiðslum og við mvg er kr. 18.614.145." 

Tað merkir, at fermetraprísurin fyri teir 357 fermetrarnar, sum skulu byggjast afturat, er 52.100 krónur. 

Á býráðsfundinum hóskvøldi samtykti meirilutin at játta 17 milliónir krónur til verkætlanina. 

Sambært gerðabókini hjá Tórshavnar Kommunu skal arbeiðið gerast skjótt, tí nýggju hølini skulu takast í nýtslu í september í ár. 

Annika Olsen úr Tjóðveldi heldur, at her er talan um manglandi tilrættislegging, sum nú kostar kommunukassanum dýrt. 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Anniku Olsen. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Nýggjastu sendingar í SV