
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra føroysk systkin í Sacramento

21 ára gamla Nickels Joensen úr Havn skrivaði seg í 1879 inn til herflotamann í Boston í USA.
Hann sigldi runt alt Amerika, og var í 1881 lagdur inn á hernaðarsjúkrahús í Kalifornia.
Tjúgu ár seinni setti hann aftur kós móti Føroyum.
Systrarnar undir Kletti
Seinni partur í dokumentarisku ljóðmyndini "Fýra systkin í Sacremetn" kallast “Systrarnar undir Kletti flyta til Kalifornia”.
Tá hoyra vit um tilkomnu systrarnar hjá Nickels Joensen – allar seymikonur í Havn – sum í búnum árum tóku stóra stigið at flyta av Eystaruvág yvir til beiggjan Nickels á amerikonsku vesturstrondini.
Burturúr skjølum, bløðum og brøvum fáa vit eina fatan av longu ferðini úr Føroyum til Kalifornia, hvussu systkini kláraðu seg, samskifti tey høvdu við beiggjan Hans Joensen í Havn, og hvussu gekst teimum øllum.
Magni Arge skipar fyri sendingunum, sum byggja á kanningararbeiði og keldutilfar úr Føroyum, Danmark og USA.
Listamaðurin Anker Eli Peterse hevur teknað hesa vøkrum myndina av "Havnardrongur í amerikanska herflotanum".
Sendingin var send fyrstu ferð í 2021.
