Skrivað stendur

«Tit vita hvørki dagin ella tíman!»
08-12-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Mattheus, kap. 25, ørindini 1-13. Gestir í sendingini hesa ferð eru Liljan Weihe og Jonhard Klettheyggj.

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.

 

Gestir hesa ferð eru Liljan Weihe, løgtingskvinna, og Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri.

 

Teksturin til 2. Sunnudagur í advent

Onnur tekstarøð

Matt. 25,1-13.

Hinar 10 moyggjarnar

 

v1: Tá skal himmiríkið verða líknað við tíggju moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta brúðgóminum. 
v2: Men fimm teirra vóru óhygnar og fimm hygnar. 
v3: Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; 
v4: men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum. 
v5: Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. 
v6: Men um midnátt kom róp í: «Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!» 
v7: Tá vaknaðu allar hesar moyggjarnar og fóru at gera lampur sínar til. 
v8: Men hinar óhygnu søgdu við hinar hygnu: «Latið okkum fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí at lampur okkara slokna.» 
v9: Men hinar hygnu svaraðu og søgdu: «Nei, tað fer ikki at røkka til hjá okkum og hjá tykkum við. Farið tit heldur til teirra, ið selja, og keypið tykkum sjálvum.» 
v10: Meðan tær nú fóru avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps; og dyrnar vórðu latnar aftur. 
v11: Men seinni komu eisini hinar moyggjarnar og søgdu: «Harri, harri, lat okkum upp!» 
v12: Men hann svaraði og segði: «Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.» 
v13: Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!

 

Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: Skriva@kvf.fo

Skrivað stendur

Tvær tekstarøðir eru í kirkjuni. Tann fyrra stavar heilt aftur til ár 500, og seinna er frá 1895. Har eru tekstir úr Nýggja Testmenti savnaðir, og teir fylgja kirkjuárinum, sum byrjar fyrsta sunnudag í advent. Hesir vísu aldargomlu tekstir er enn viðkomandi, men hvussu lesa vit teir, og hvussu skilja vit teir? Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit tekstin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum er tengt at honum. Gestir fara so at viðgera tekstin, og tað eru ymisk fólk hvørja ferð, sum vera við.
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 19, ørindini 1-10. Gestir í sendingini hesa ferð eru Hans Jacob Kollslíð og Guðrið Poulsen.
12-01-2024
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 2, ørindini 1-14. Gestir í sendingini hesa ferð eru Johnny í Grótinum og Annika Olsen.
22-12-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 1, ørindini 67-80. Gestir í sendingini hesa ferð eru Ruth Vang og Henrik Old.
15-12-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Mattheus, kap. 25, ørindini 1-13. Gestir í sendingini hesa ferð eru Liljan Weihe og Jonhard Klettheyggj.
08-12-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Lukas, kap. 4, ørindini 16-30. Gestir í sendingini hesa ferð eru Jana Mortensen og Arni Zachariassen.
01-12-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin er úr evangeliinum eftir Matteus, kap. 24, ørindini 15-28. Gestir í sendingini hesa ferð eru Dorrit Olsen og Jónleif Johannesen.
24-11-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin, er úr evangeliinum eftir Matteus, kap. 9, ørindini 18-26.. Gestir í sendingini hesa ferð eru Pál Weihe og Eydna Skaale. Í sending
17-11-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin, er úr evangeliinum eftir Matteus, kap. 18, ørindini 21-35.. Gestir í sendingini hesa ferð eru Jóhanna Andreasen og Eyðfinn Magnussen
03-11-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin, er úr evangeliinum eftir Jóhannus, kap. 4. Gestir í sendingini hesa ferð eru Erik Biskupstø og Hanna Jensen
27-10-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin, er úr Matteus evangeliinum, kap. 22. Gestir í sendingini hesa ferð eru Símun Absalonsen og Jastrid Høj
20-10-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin, er úr Matteusar evangeliinum, kap. 9, ørindini 1 - 8. Gestir í sendingini hesa ferð eru Katrin Kallsberg og Bill Justinussen
13-10-2023
Prædikuteksturin til sunnudagin, er úr Matteus evangeliinum kap.22, 34-46. Gestir í sendingini hesa ferð, eru Synnøve av Rana og Torbjørn Jacobsen.
06-10-2023