- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skrivað stendur
Prædikuteksturin til 18. sunnudag eftir tríeindardag, seinna tekstarøð, stendur í evangeliinum eftir Jóhannus kap. 15, 1-11
v1 «Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin.
v2 Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst.
v3 Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara.
v4 Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær.
v5 Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.
v6 Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna.
v7 Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum.
v8 Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir.
v9 Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum.
v10 Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara. v11 Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin.