- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan
Í vikukjakinum viðgera vit ILA í Vági. Heilsufrøðiliga starvsstovan ger tó vart við, at ILA ikki er vandamikið fyri fólk, so vita vit tað. Fernando Troleis úr Brasil var í Góðan morgun Føroyar og greiddi frá, at hann hevur lært seg flótandi føroyskt, og hevur tikið sær góða útbúgving uttanlands. Hóast tað, so forðar føroysk lóg honum í at sleppa framat yrkisliga. Her má vera okkurt, sum ikki ruggar rætt. Og at enda fara vit at leingjast eitt sindur eftir teimum báðum Michelin-stjørnunum, ið føroyska matstovan KOKS - sum í løtuni húsast í Grønlandi - misti í vikuni.
Nýtt róðrarneyst við einum vøkrum og vælskipaðum uttanduraøki, tvey tíggjumannafør og ein Norðoyastevna, hvørs fyrireikingar kanska eisini hava verið merktar av verkfallinum.
Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, er okkara vikugestur.
Og hesa ferð er tað Jákup Weyhe, sum leggur vikuna á skák.
Hoyrið alla sendingina her