- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan
Vikan tekur saman um okkurt av tí, sum er farið fram hesa vikuna.
Í vikukjakinum viðgjørdu vit verkfallið, sum er av, og vit viðgjørdu ætlanina um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, sum hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Og so spurdu vit, hví almennir myndugleikar skulu gera av, um fólk eta sterkar nudlur. Ben Arabo, Eyðdis Eidesgaard og Marnar Fríða Kristiansen mannaðu vikupanelið.
Vikugesturin var Silas Olofson, sum hevur verið høvuðspersónur í sendingini "Sært tú fuglin". Hóast tað er sum fuglakennara, vit kenna hann best, so fara vit víða og tosa um bakgrund og upplivingar, sum millum annað hava ført hann í fongsul í Turkalandi.
Armgarð Arge setti vikuna á skák.