- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan
Vikan - 9. november 2024
09-11-2024
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
Umskifti og óvissa vóru orðini hjá vikupanelinum um hesa vikuna.
Vikupanelið kjakaðist um nýggju landsstýrismanningina, kommunuvalið har nýggj fólk kanska verða vald í kommunustýrini kring landið, vit taka afturíaftur stórsigurin hjá Trump og tosa um polarisering, sum eyðkennir nógv kjak.
Tey, ið mannað panelið hesa vikuna er Poul Guttesen og Eydna Skaale.
Hon var landsstýriskvinna til inntil fyri tveimum vikum síðani, tá hon segði seg úr starvi áðrenn eitt misálit á hana var samtykt. Hvør er kvinnan handan politikaran. Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, er vikugestur.
Lurtið eftir Vikuni her
Vikan
Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.
Vertir eru Ingi Rasmussen og Leif Láadal.
Marjun Í Kálvalíð og Ben Arabo myndaðu vikukjakið, Bogi Jacobsen var vikugestur, og Fróði Løkságarð legði vikuna á skák
28-09-2024