- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan

Við vikukjaki, vikugesti og vikuni á skák taka vit pulsin á vikuni, sum fer, og vit viðgera aktuellar søgur og hendingar.
Kjakið hesa ferð fer sjálvandi at snúgva seg um Grønland og nýggju støðuna í ríkisfelagsskapinum, men vit gera eisini støðuna upp í nýggja árinum, og vit spyrja eisini, um fartelefonir heilt skulu bannast í fólkaskúlanum, soleiðis sum løgmaður segði í sínari nýggjársrøðu.
Við vikuborðið hesa ferð sita Gestur Hovgaard, Katrin Dagbjartsdóttir og Theodor Eli Dam Olsen.
Vikugesturin er toftamaður við stórum T, hóast hann hevur búð í Havn í eini 30 ár; hann hevur stóran áhuga fyri náttúru, náttúruvísindum, støddfrøði og seyðahaldi; hann hevur eisini verið sera virkin í fótbólti og spælt 15 ár á besta liðnum hjá B68; og so er hann útbúgvin lærari og formaður fyri allar fólkaskúlalærarar í landinum. Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag er vikugestur.
Og hesa vikuna er tað Fróði Løkságarð, sum leggur vikuna á skák
