- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hin rusuti
Hesa ferð fara vit úr Barranco Hut-leguni og herja beint á Barranco-veggin. Vit ganga gjøgnum hugtakandi landslag til Karanga leguna, sum er tann næstseinasta. Í februar 2023 setti Jens Jákup Hansen sær fyri at ganga uppá hægsta fjall í Afrika. Toppurin á Kilimanjaro er 5.895 metrar omanfyri vatnskorpuna. Við á túrinum er Gundur Mortensen. Teir kennast frá fjallabjargarunum og eru vinir. Í sendingini síggja vit, hvussu gongur á ofta truplu royndini at náa toppin á Afrika. Tað er ikki uttan orsøk, at Jens Jákup gongur henda avbjóðandi túrin. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið, Hin Rusuti, sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD.
Hin rusuti
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika.