- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hin rusuti
Í hesum parti flýgur hin rusuti longu ferðina úr Oslo umvegis Frankfurt, Buenos Aires til Mendoza. Avbjóðingarnar byrja longu áðrenn fráferð, tá hin rusuti mundi tikið skeivt flogfar. Flogferðin er drúgv, og hon gerst ikki betri av, at hin rusuti gloymir at eta og missir dagaskilið. Hinvegin hevur hann minst til at pakka lutfalsliga væl og gløgt áðrenn fráferð. Tað kemur honum væl við á hotellinum, tá øll útgerðin, sum skal brúkast á fjallinum, verður eftirkannað.
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD.
Nýggjasta filmsrøðin lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika. Ferðin byrjar í januar 2024, tá hin rusuti flýgur úr Oslo við einum norskum ferðalagi.
Hin rusuti
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika.