- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hin rusuti
Tann stóri ferðadagurin skuldi byrja longu um morgunin. Men í Argentina ræður eisini føroysk tíð, og hin pakkiklári rusuti ótolnast at sleppa avstað. Á leiðini verður gingið framvið nakrar heilt serligar ís-stabbar frá jøklinum. Mongu broytingarnar í ferðaætlanini og vantandi upplýsingar ørkymla hin rusuta so nógv, at hann umhugsar at mótmæla við at sova úti eina nátt.
Hin rusuti
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika.