- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hin rusuti
Tað er bítandi kalt og tungt at bera alt viðføri. Komin til síðstu leguna áðrenn síðsta teinin verður hin rusuti raktur av eini sterkari kenslu av takksemi. Verri gongur hjá einum íra, sum takkar fyri seg áðrenn allarseinasta túrin, tí kroppurin ikki orkar meira. Hin rusuti stríðist framvegis við búkilsku og svevur síðstu náttina í klæðum í 20 frost-stigum.
Hin rusuti
Jens Jákup Hansen er hin rusuti. Jens Jákup hevur ADHD og trupult við vera í friði. Truplir túrar og avbjóðingar eru sum heilivágur. Fyri at varpa ljós á ADHD hevur hann átakið "Hin Rusuti" sum við filmum, fyrilestrum og skriving á sosialum miðlum skal fremja tilvit um ADHD. Nýggjasta røðin í tíggju partum lýsir ferðina upp á Aconcagua, hægsta fjall í Amerika.