- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark fer at atkvøða ímóti handilstiltøkum
Danmark fer at atkvøða ímóti handilstiltøkum
Forsætisráðharrin og løgmaður hava í løtuni tíðindafund

Løgmaður og forsætisráðharrin hava tíðindafund í Tinganesi í løtuni
Mynd: (Tilvildarlig mynd)
20.06.2013 - 12:39
Danmark fer at atkvøða ímóti ES-handilstiltøkum móti Føroyum, tá málið kemur fyri í ES aftur.
Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á tíðindafundi í Tinganesi fyri løtu síðani.
Higarti hava danir atkvøtt blankt í spurninginum um ES-handilstiltøk móti Føroyum, men nú fara teir at atkvøtt ímóti. Og hetta váttar Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, eisini. Hon sigur, at ríkisfelagsskapurin vigar tungt í hesum førum.
Men Danmark er bert eitt av 27 londum, og tí kann Danmark koma í minniluta.
Útvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450


























