- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyring við síðulyftara ikki boðin út

Strandferðslan bjóðar ikki út tænastuna. Men spyr onkur eftir henni, svarar Strandferðslan ikki nei.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur svarað einum spurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, um tað, hann kallar kappingaravlagandi flutning hjá Strandferðsluni. Talan er um síðulyftaran, sum varð keyptur at flyta fisk í bingjum gjøgnum hvalbiartunnilin.

Bjarni Djurholm spyr, um Strandferðslan brúkar síðulyftaran til annað, sum privatar fyritøkur eins væl kunnu átaka sær.

15 ferðir

Johan Dahl sigur, at Strandferðslan hevur gjørt 15 ferðir við síðulyftaranum, millum annað fimm fyri Landsverk. Tað kostar 1000 kr. um tíman, tá meirvirðisgjaldið ikki er tikið við. Kostprísurin hjá Strandferðsluni er 850 kr. um tíman.

Talan er ikki um, at Strandferðslan hevur boðið eina tænastu út. Í teimum førum, Strandferðslan hevur røkt seruppgávur við síðulyftaranum, hevur verið heitt á Strandferðsluna, sum tó ikki veit, um aðrir veitarar eru spurdir.