Nón

Nón - 24. oktober 2019
24-10-2019
Børn og elituítróttur, ADHD, Hans Petur í Brekkunum, Edith Mørkøre og Øssur Johannesen

Skulu børn velja EINA ítróttargrein fyri at røkka langt? Ella er fjølbroytni, spæl og gleði ein týdningarmiklari faktorur, tá vit tosa um barnaítrótt.
Magni Mohr, ítróttargranskari, Heri Ziska, venjari, og Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi, hittast um runda borðið at tosa um breidd og elitu í barnaítrótti.
Oktober er altjóða ADHD mánaði, og í kvøld fer føroyska ADHD felagið á kunningarferð um landið. Vit skifta orð við forkvinnuna Bjørg Dam.
Vit vitja eisini Edith Mørkøre og hennara listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Hans Petur í Brekkunum er nýggjur stjóri í Føroya Symfoniorkestri, og í dag verður Hans Petur hósdagsgestur í seinra tímanum.
Nógvir tankir eru handan verkini hjá marglistarmanninum Øssur Johannesen, sum hetta vikuskiftið hevur listaframsýning í Tjørnuvík. Vit vóru á gátt í Tjørnuvík í gjárkvøldið.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022