- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Skaldsøgan "Terningar - søgur av tilvild" er partur av einum tríverki, har Sær er tann fyrsta og ein kemur afturat.
- Bøkurnar hanga saman á tann hátt, at tær eru frá sama tíðarskeiði, men tað eru ymsir persónar í bókunum, sum eru skrivaðar upp ímóti hvørjari aðrari, sigur Carl Johan Jensen.
Tann fyrra, Sær, snýr seg um at fylgja sínum útlongsli og finna heimaftur. Hendan snýr seg um ein persón, sum er føddur í einum ónevndum føroyskum fjarðarbotni, og hann fer ongan veg.
Vit tosa við Carl Johan um nýggju bókina, um hansara sermerkta skrivingarlag, og hví hann hevur verið so úrtøkumikil seinnu árini.
Seinastu fimm árini eru komnar fimm bøkur út eftir Carl Johan, av teimum eru fýra skaldsøgur og ein stóryrking.
Tú kanst hoyra samrøðuna her.