- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Tað var rein tilvild, at eg gjørdist rithøvundur.
Tað sigur Sólrún Michelsen, sum nú gevur út sína triðju skaldsøgu, Ein táttur er silvur.
Talan er um eina søguliga lagnuskaldsøgu, har Sólrún tekur útgangsstøði í sínari egnu familjusøgu, men annars bryggjar víðari og skapar eina spennandi søgu.
Ein syrgiligur tilburður setir gongd á skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur, pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógvuliga ymiskt. Hetta verður flættað inn í søguligar rembingar og gerandislív seinast í 19. og fyrst í 20 øld.
Øll samrøðan við Sólrúna, har vit eisini tosað við hana um hennara ritverk og tilgongd til tað at skriva, kann hoyrast her.