Nón

Eitt serstakt og stórsligið upplivilsi
28-11-2019
Tað sigur Sunleif Rasmussen og teir, sum herfyri vóru í Tjernobyl, fyri at taka upp ljóð og myndir til fyrstu soloklaverkonsertina hjá tónaskaldinum

Leygardagin 26. apríl í 1986 hendi størsta kjarnorkuvanlukkan í søguni, tá reaktorur nummar 4 í kjarnorkuverkinum í Tjernobyl í Ukraina sprongdist. Við spreingingini spjaddust sera nógv dálkandi, geislavirkin evni við vindi og regni serliga í Ukraina og til grannalondini, men sum heild til alt Evropa.

Samanlagt 336.000 fólk vóru burturflutt aftaná vanlukkuna, og mett verður at fleiri túsund, onkur halda upp ímóti 200.000, fólk eru deyð ella fara at doyggja av krabba, sum fylgja av vanlukkuni.

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen arbeiðir í løtuni við sínari fyrstu klaverkonsert, og grundarlagið undir henni er kjarnorkuvanlukkan í Tjernobyl. Talan verður um eina serstaka konsert við bæði ljóðið og myndaupptøkum.

Síðst í oktober í ár var Sunleif Rasmussen, saman við fotografunum Hans Peturi Hansen og Rúna Friis Kjær og ljóðtøkninginum Finnuri Hansen í Tjernobyl og grannabýnum Pripjat í Ukraina. Har gjørdu teir filmsupptøkur og tóku ljóð upp av millum annað gomlum, brotnum og ófullfíggjaðum klaverum í leivdunum av bygningunum, sum vóru tømdir, aftaná kjarnorkuvanlukkuna.

Túrurin var ein heilt serstøk uppliving, sum hevur sett seg fast í minnið, eru teir allir samdir um.

Lurtið eftir samrøðuni við Sunleif Rasmussen, Hans Petur Hansen, Rúna Friis Kjær og Finnur Hansen, har teir greiða frá um serstaka túrin.

Niðanfyri síggjast myndir, sum Hans Petur Hansen og Rúni Friis Kjær tóku í Tjernobyl og Pripjat:



 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022