Nón

Ein søga um kvinnulív fyri 100 árum síðan
27-02-2020
Sanna Apol skrivaði dagbók, sum langommudóttirin Katrin D. Apol nú gevur út sum bók

"Ikki sær tað út av nógvum. Eitt lítið blátt skrivihefti í A5-stødd við 78 tætt skrivaðum síðum við javnari skákskrift og á donskum máli. Hóast lítillátið í útsjónd, so inniheldur skriviheftið part av serstøku lívssøguni hjá føroyskari kvinnu fyri 100 árum síðan."

Soleiðis byrjar Katrin Didriksen Apol bókina "Fjallafólk á flaglendi", sum kemur út í dag.

Bókin er í høvuðsheitum ein dagbók hjá langommu Katrin, Sonnu Apol. Og hon lýsir tankarnar hjá eini kvinnu, sum livdi fyri 100 árum síðan. Hon hugleiðir um útlongsul og heimlongsul. Um kynsleiklutir. Um trúgv og kærleika.

Tað er eitt sindur við eyðmýkd, at eg loyvi mær at geva eina dagbók út hjá einari kvinnu, sum eg ongantíð havi kent. Men tað innlitið, sum havi fingið í hana sum persón sigur mær, at hon helst ikki hevði lagt so nógv í tað.

Hoyr samrøðuna við Katrina D. Apol her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022