- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Tá man hevur hoyrt upp á rasistiskar viðmerkingar í 18 ár, tá er tað ikki stuttligt longur.
Soleiðis sigur Eydna Cæcilia Dalsgaard, sum er myrk. Hon hevur valt at stíga fram og siga frá sínum upplivingum av rasismu í Føroyum. Hon hevur rætt og slætt fingið nóg mikið. Hon skilir ikki, tá fólk ikki viðurkenna, at rasisma er í Føroyum, tí hon hevur sjálv upplivað tað.
- Tú kanst ikki fara út og finna rasismuna, men rasisman kemur til mín, sigur Eydna Cæcilia Dalsgaard, sum ikki orkar 18 ár afturat við rasistiskum viðmerkingum og umhugsar at flyta, um tað heldur fram.
Sunnudagin helt hon røðu á tiltakinum "Black Lives Matter", og í gjárkvøldið fortaldi hon sína søgu í Degi og viku. Hon er rørd og ovfarin av góðu móttøkuni og nógvu stuðlandi viðmerkingunum. Hon setir í hesi samrøðuni orð á, hvat tað hevur gjørt við seg at fáa rasistiskar viðmerkingar gjøgnum uppvøksturin.
- Rasisman ger, at eg føli meg ikki heima, sigur Eydna Cæcilia Dalsgaard.
Marianna Winther Nagata skipaði saman við øðrum fyri tiltakinum, og er somuleiðis ovfarin av, at so nógv møttu og vildu stuðla.
Hoyr samrøðuna við Marionnu Winther Nagata og Eydnu Cæciliu Dalsgaard her.