Nón

Rasisman er beint her
09-06-2020
Eydna Cæcilia Dalsgaard og Marianna Winther Nagata hava valt at bróta tøgnina og seta orð á ta rasismuna, sum myrk fólk í Føroyum uppliva

- Tá man hevur hoyrt upp á rasistiskar viðmerkingar í 18 ár, tá er tað ikki stuttligt longur.

Soleiðis sigur Eydna Cæcilia Dalsgaard, sum er myrk. Hon hevur valt at stíga fram og siga frá sínum upplivingum av rasismu í Føroyum. Hon hevur rætt og slætt fingið nóg mikið. Hon skilir ikki, tá fólk ikki viðurkenna, at rasisma er í Føroyum, tí hon hevur sjálv upplivað tað.

- Tú kanst ikki fara út og finna rasismuna, men rasisman kemur til mín, sigur Eydna Cæcilia Dalsgaard, sum ikki orkar 18 ár afturat við rasistiskum viðmerkingum og umhugsar at flyta, um tað heldur fram.

Sunnudagin helt hon røðu á tiltakinum "Black Lives Matter", og í gjárkvøldið fortaldi hon sína søgu í Degi og viku. Hon er rørd og ovfarin av góðu móttøkuni og nógvu stuðlandi viðmerkingunum. Hon setir í hesi samrøðuni orð á, hvat tað hevur gjørt við seg at fáa rasistiskar viðmerkingar gjøgnum uppvøksturin.

- Rasisman ger, at eg føli meg ikki heima, sigur Eydna Cæcilia Dalsgaard.

Marianna Winther Nagata skipaði saman við øðrum fyri tiltakinum, og er somuleiðis ovfarin av, at so nógv møttu og vildu stuðla.

Hoyr samrøðuna við Marionnu Winther Nagata og Eydnu Cæciliu Dalsgaard her.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022