- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
"Talgilda framtíðin - hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt" er heiti á nýggjari bók, sum Gitte Klein hevur skrivað. Bókin er ein uppgerð við tankan at føra tøkni inn í fólkaskúlan. Høvundurin vitjar.
Vinnusøgan skal nú síggjast aftur uttan fyri Íverksetarahúsið í Klaksvík. Og tað fara vit at fregnast um hjá Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóra í Íverksetarahúsinum, Duritu Samuelsen, ið hevur um hendi ung í arbeiði, og Katrinu Rógvadóttir, listakvinnu, ið fer at standa fyri verkætlanini.
Og um vikuskiftið verður skipað fyri tiltakinum "3 dagar við Williami Heinesen", har dentur verður lagdur á myndlistina og tónlistina hjá skaldinum. Vit tosa við Turið Mariu Jóhansdóttir frá Tórsgøtu, sum skipar fyri.
Hoyrið sendingina her.