Nón

Sigrun málar við hjartanum
15-01-2021
"Listin er hjartað, eg lati úr og gevi tær" er vorðin ein setningur, sum Sigrun Gunnarsdóttir altíð hevur við sær.

- Listin skal vera góð, samstundis sum hon hevur ein boðskap, men boðskapurin skal ikki vera soleiðis, at myndin hvílir í honum. Myndin skal hvíla í sær sjálvari, men kanska tú fært okkurt burturúr, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2021. Nón vitjaði Sigruna í atelieri hennara á Eiði.

Listin hjá Sigrun hevur sín heilt egna stíl. Tað er eyðkent og litríkt; myndirnar eru einfaldar men kortini samansettar; her eru nógv symbol, bæði andalig og verðslig; her eru søgur um menniskju og djór. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Tað eksistentiella kom veruliga inn í listina, tá ið familjan var fyri einum missi miðskeiðis í 1990-unum. Eftir tað málaði hon nógv við symbolum. Sjálv vónar Sigrun, at hennara list kann ríka lívið hjá teimum, sum skoða verkið.

Hoyr alla samrøðuna við Sigruna.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022